|
Eg eri samkynd/-ur ella tvíkynd/-ur
Hvussu skal eg fortelja tað fyri mammu?
Hvat fara tey í skúlanum at siga?
Nær skal eg siga tað?
Eri eg virkuliga ein av "teimum"?
Tað at spretta, er fyri summi, kanska tey flestu, sera trupult.
Avvarðandi
Fyri tey flestu avvarðandi er tað, at fáa at vita, at barn títt er samkynt ella tvíkynt, ikki nakað tú væntar. Tískil verður tú ofta tikin á bóli við tíðindunum.
Tað er umráðandi at tú tekur ímóti tíðindunum við opnum sinni. Nógv samkynd og tvíkynd minnast enn á hvussu ringt tað var at siga frá og hvussu negativt foreldrini tóku ímóti tí. Tað, sum fyri tey sjálvi ofta er eitt sera positivt upplivilsi, gerst eitt sera negativt upplivilsi í sprettisamrøðuni við foreldur og onnur avvarðandi.
Tá dóttir tín ella sonur tín er komin hagar at tað verður sagt tær, so er viðkomandi aloftast púra greiður yvir, at ja! Eg eri homo! Talan er ikki um eitt styttri tíðarskeið og so verður vent aftur til heteroseksualitet.
Nú veitst tú tað! - Hvat so?
Tað kann væl vera at tú sum foreldur, fer at uppliva sorg, vreiði, skuldarkenslu og eina kenslu av at hava "mist" títt barn.
Allar hesar kenslur eru vanligar og púra legalar.
Av landinum?
Í Føroyum eru nógv foreldur eisini bangin fyri at tann samkynda/-i fer at flyta av landinum.
Hetta er ein realitetur, sum tú sjálvandi mást fyrihalda teg til.
Stuðla tínum samkynda barni í teirra seksualiteti - tað styrkir tann samkynda og kann vera við til at viðkomandi fer at trívast sum samkyndur í Føroyum.
|