Stonewall Riots
28. juni 1969 gjørdist ein týðandi dagur í gjeikarasøguni. Tað var vorðið minni og minni vanligt at løgreglan gjørdi razziur á gjeikarabarrum og diskotekum og vanliga gav løgreglan leiðsluni á Stonewall Inn eitt tipp um hetta frammanundan. Harafturat var vanligt at razziur vóru tíðliga á kvøldið, soleiðis at fólk kundu koma á barrina aftaná.
Søgurnar um hvat hendi hesa náttina, eru ymiskar frá teimum, ið siga frá. Summi meina at Sylvia Rivera blakaði eina fløsku eftir løgregluni, onnur at ein lesbisk gjørdi mótstøðu tá løgreglan vildi hava hana í bilin.
Tað, sum í øllum førum kann staðfestast, er at hóast 13 fólk vóru handtikin, eydnaðist tað ikki løgregluni rættiliga at fáa tamarhald á stóru fólkamongdini. Mett verður at umleið 2000 gjeikarar bardust ímóti umleið 400 løgreglufólkum.
Uppreisturin helt á kvøldið eftir og aftur fimta dagin eftir fyrstu mótstøðuna. Uppreisturin á Stonewall Inn gjørdis fyri mong eitt súmbol uppá rættindini hjá gjeikarunum.
Árið eftir samskipaði Brenda Howard tað fyrstu skrúðgonguna til minnis um Stonewall Riots árið fyri. Brenda Howard var ein av stovnarunum av
Sylvia Rae Rivera
f. 2. juli 1951 - d. 19. februar 2002. Rivera var ein av stovnarunum av Gay Liberation Front og Gay Activists Alliance. 11 ára gomul búði Rivera á gøtunum í New York og arbeiddi seinni nógv við viðurskiftunum hjá heimleysum gjeikarum. Í 1970 stovnaði hon saman við Marsha P. Johnson STAR, Street Transvestite Action Revolutionaries, sum millum annað arbeiddi við viðurskiftunum hjá heimleysum drag queens. STAR var fyrsta felagið, ið arbeiddi við viðurskiftunum hjá transkyndum. Sylvia Rivera Law Project er uppkallað eftir henni og endmálið er at garantera, at øll menniskju sjálvi kunnu avgera teirra kynssamleika og úttrykk, óansæð inntøku ella rasu og uttan at vera møtt við forfylging, mismuni ella harðskapi.
Í 2005 var hornið á Christopher Street og Hudson Street endurnavngivið "Rivera Way" fyri at heiðra Sylviu Rivera.
Brenda Howard
f. 24. desember 1946 - d. 28. juni 2005. Hon var fødd í Bronx í New York og var ein av leiðarunum av Gay Liberation Front og Gay Activists Alliance um tað mundi Stonewall Riots var. Harafturat stovnaði Brenda Howard New York Area Bisexual Network. Í 2005 nevndist ein heiðursløn frá Queens, ein deild í PFLAG eftir henni "The Brenda Howard Award".
|