|
Rųša lųgmans til stušulskonsert Frišarbogans ķ Grasagarši - 28/7-2004
Góšu įhoyrarar - góšu ólavsųkugestir!
Hųvušsstašur okkara er karmur um tjóšarhįtķš Fųroya. Śr ųllum ęttum koma fólk saman til stevnu. Leikir eru į sjógvi og landi, og ķtrótturin kappast um heišursplįss og brųgd at inna. Hetta eru lųtur viš hugna og samveru, har įlvara og gaman liggur į ljóši.
Į ólavsųku standa fųroyingar saman, og brżr verša bygdar millum oyggjar og fólk. Vit eru eitt fólk og ein tjóš. Vit standa saman um Fųroya land, og byggja landiš sum eitt fólk. Eyšvitaš er taš, at vit eru ymisk av lyndi, og ymiskt er, hvat hvųr einstakur er upptikin av. Men felagseyškenniš er stųrri enn taš, iš brżtur frį. Vit eru ymisk av lyndi og uppfatan, men felags er alskurin til landiš, nįttśruna, mentanina og fólkiš - alskurin til Fųroya land.
Sum ein lišur ķ eini fjųltįttašari ólavsųkuskrį samlast vit ķ Grasagarši undir einum Frišarboga, iš er heitiš į felagnum fyri samkynd.
Frišarbogin ķmyndar ikki haršręši, har pķlurin og bogin tóku ręšiš viš kśgandi valdsgerš. Įšur var bogin tekin um vald, og undir hesum boga lķvdi fólkiš tey - iš bogin vardi. Men undir hesum boga vóršu eisini fólk tżnd - tey, iš bogin ikki eirdi.
Frišarbogin er, sum oršiš sigur, ein bogi av friši. Frišarbogin er sum ęlabogin į luftini, iš letur litir sķnar endurspeglast ķ tilveruni hjį menniskjanum. Frišarbogin er ein opin fųvningur, har ųll fįa innivist, har eingin veršur śtihżstur, og har taš at vera menniskja sum felagsnevnari er stųrri enn ųll frįvik.
Talan er um dirvi, nś tey samkyndu hava stovnaš sķtt felag. Taš er skilagott at višurkenna sęr sķn egna kynsliga samleika. Taš er gott viš felags virksemi, so kor og umstųšur hjį teimum samkyndu rśma eitt stųrri mįl av opinleika. Tķšin er bśgvin, at almenningurin fęr stųrri sakligt innlit ķ hetta evniš, sum įšur hevur veriš tagt burtur taš hevur veriš tabu. Opinleiki og vitan fara viš tķšini at taka alt taš mystiska frį hugtakinum samkynd/ur. Tey samkyndu hava sjįlvandi somu menniskjasligu og samfelagsligu dygdir sum tey hinkyndu. Viš atliti at mannavirši og persónligum, fakligum og yrkisligum fųrleika eru orš sum samkynd ella hinkynd viršisneutral.
Tį talan er um politikk og samfelag, so eigur Fųroya land at rśma ųllum fųroyingum og fara vęl viš fólki, iš vitja landiš. Taš er ikki rętt, at įvķsir minnilutar mega flyta av landinum vegna lķvsįskošan ella kynsliga kós. Ķ einum framkomnum samfelag eiga vit at kunna liva saman ķ sįtt og semju.
Millum mong tżdningarmikil hugtųk eru tvinni umrįšandi til tess at byggja land. Talan er um andsfręlsi og tolsemi. Tikiš veršur soleišis til ķ įliti um fólkaskślan:
Ķ allari undirvķsing og uppaling skal skślin fremja andsfręlsi og tolsemi. Andsfręlsi er at skilja sum rętturin hjį einstaklingum at hugsa og gera eftir sannfųring sķnari.
Tolsemi er ķ orši og verki at sżna medmenniskjanum somu viršing, sum ein sjįlvur vil hava, og at višurkenna ręttin hjį ųšrum at hava ašra sannfųring enn ein sjįlvur.
Greiningin av oršinum andsfręlsi gevur tķ einstaka rętt at hava sķna egnu įskošan til dųmis ķ politikki og ųšrum lķvsins višurskiftum og at liva samsvarandi.
Andsfręlsi er gott og gangligt - til dųmis fręlsi at hugsa, skriva og tala. Men hugtakiš andsfręlsiš kann ķ allari sķnari góšsku hava óhepnar fylgir. Tess vegna er neyšugt viš tķ nęsta oršinum tolsemi. Tolsemiš er neyšugt, um andsfręlsiš ikki skal gerast rętturin hjį tķ sterka at kśga hin veikara - rętturin hjį meirilutanum at tręlka ella forfylgja einum minniluta.
Andsfręlsiš gevur męr rętt at hugsa og hava eina įskošan. Tolsemiš vķsir męr į, at somu ręttindi og sųmdir hava eisini onnur. Skulu vit kunna liva liš um liš er alneyšugt ķ orši og verki at sżna medmenniskjum somu viršing, sum ein sjįlvur vil hava, og at višurkenna ręttin hjį ųšrum at hava ašra sannfųring enn ein sjįlvur. Tķverri trķvist intoleransa eisini ķ dag. Intoleransa er, eftir mķnari fatan, eitt tekin um veikleika. Tį mķn egna hugsjón ella fatan ikki gevur męr tryggan botn til eitt frišarligt lķv ķ samstarvi og samvinnu viš onnur, so er taš lęttasta og skjótasta ķ trongskygni at fordųma tey, iš hugsa ella eru ųšrvķsi enn ein sjįlvur.
Intoleransa er hugsjónarligt fall og ein veikleiki ķ ųllum samstarvi og samskifti.
Sęš śt frį hesum sjónarhorni er taš gott viš einum Frišarboga, sum viš klįrskygni, upplżsing og vitan tašar lendiš, so blóman kann spretta. Eisini ķ hesi sųk er taš galdandi, at hóvsemi og tollyndi eru góš amboš ķ hondini į urtagaršsmanninum - so loksins bęši grųr og sprettur ķ Grasagarši.
Takk fyri góša ólavsųku!
Jóannes Eidesgaard lųgmašur
|