At hugsa viš undirlķvinum
Eg fari at takka fyri at verša bišin um at siga nųkur orš her ķ samband viš fųroyska pridetiltakiš.
Ųll, sum eru eitt sindur tilkomin kenna Pride. Ein feršafólkabįt, sum hevur siglt millum oyggjarnar ķ mong įr. Men hóast mong vóru errin av bįtinum, tį hann kom ķ flotan į sinni, so er taš neyvan hann vit eru komin saman at heišra her, men ein part av fųroyska fólkinum, sum noyšist at leggja doyin į at gerast višurkend ķ egnum landi.
Burtursęš frį at Pride ķ mongum religiónum veršur hildin at vera nakaš negativt, errinskapur er jś ein av teimum sjey deyšssyndunum, so veršur pride ella stoltleiki mangan skilamerkt at vera ein sterk kensla av sjįlvsviršing, at nokta at verša eyšmżkt og ein gleši at kenna seg sum eitt menniskja, sum part av einum bólki og tjóš.
Taš er eisini greitt at hevur tś ikki sjįlvsviršing ella pride, so kanst tś lęttliga missa lķvshugin einki gevur nakra meining. Ja, taš er enntį so gališ at taš at hava ov lķtla pride er tekin um sįlarsjśku.
Og hetta er tankavekjandi, tķ at her į landi vilja mong vera viš, at taš er ųvut hesi undarligu fólkini, sum skipa fyri Pride festivalum eru sjśk siga tey og at taš, tey eru, er ein deyšssynd, eru tey so ivaleys ķ.
Įšrenn 266B
Vit góvu okkum sjįlvum eina sera góša jólagįvu seinasta įr, tį iš kynslig sannfųring varš skoytt uppķ antidiskriminatiónslógina og harviš tryggjašu at mannaręttindi eisini eru galdandi fyri henda part av fųroyingum.
Men gongdin ķ mįlinum fram til vištųkuna var slķtandi, grov, ljót, men eisini ein lęrurķk, reinsandi og positiv tķš.
Sum mamma kundi eg gott veriš fyriuttan, at spurnartekin var sett viš, um nś dóttir mķn kundi brśkast sum lęrari ella pedagogur ella mamma, ella at hon endaši ķ helviti, um hon ikki tók ašrar partar fyri, at hon var pervers, at hon livdi ķ synd ella at taš var synd ķ henni.
Men hóast taš so meti eg, at hetta var heilsugott fyri okkum. At vit sluppu at lata upp fyri kjaftbandinum, tķ taš kom so mangt annaš gott burtur śr: ųll tey mongu, sum traškašu fram og vķstu, at tey tordu at stušla t.d. ella hin, sum skifti og fór ķ flokkin, har hann hoyrdi heima, politikarar sum tordu at taka stųšu fyri ręttindum hjį samkyndum og tķskil settu seg upp ķmóti trśarmafiuni.
Ella sum ķslendingurin Žorvaldur Kristiansson sigur, tordu at ganga undan, tordu at vķsa fólkinum, iš hevši valt teir, at taš ber til at endurmeta sķni fordómsfullu sjónarmiš.
Tķ ongin ivi er um at vit ręšast tey tey viš lyftum peikifingrum, sum siga tęr, hvat er svart og hvat er hvķtt og kanska ręšast vit tey enn meira nś taš stundar til val.
Enski skemtarin Eddie Izzard sigur einaferš, at Paulus var ikki lķtiš ósmęšin, tį hann skrivar til eitt heilt fólkaslag og sigur teimum, hvussu tey eiga at liva.
Men taš er als ikki nakaš, sum kemur óvart į okkum, iš bśgva her į landi, tķ her eru so ųgiliga nógvir, sum eita Paulus, og sum noyša okkum at hugsa sum teir. Tķ teir liggja jś inni viš tķ einasta sannleikanum, og so er hann so einfaldur eisini, so taš veršur sum mašurin segši ikki bara stuttligt at liva, men eisini so ųgiliga nemt.
Taš er ikki nakaš nżtt, at religiónir altķš hava havt trupulleikar av kynslķvi, kynslķviš uttan mun til um taš er sam, tvķ, trans ella hinskynt ger mangan at bęši tś og eg missa vit og skil.
Taš er serliga stręviš viš teimum samkyndu, tķ her er pśra vanligt, at vit hugsa viš undirlķvinum ikki viš heilanum ella hjartanum.
Skal bert nevna eitt lķtiš dųmi: ein dagin eg og dóttirin fóru at fįa okkum ein kaffimun į einum kaffiteria, vóru vit stešgašar av einum manni, sum spurdi, um hetta ikki var hon, sum var lesbisk. Eg stśrsaši viš: mašurin helt virkuliga, at hann hevši rętt til at fįa eitt svar, og mešan vit royndu at sleppa okkum so fręgast burtur śr hesi undarligu stųšu, royndi eg at ķmynda męr, hvat vit hinskyndu hųvdu sagt, um vit vóršu stešgaš mitt į
gųtuni og spurd um okkara seksualitet.
Og hetta er bert lķtiš av miklum, av tķ iš kann henda einum, sum ikki hóskar inn ķ fżrakantaša kassan, har normaliteturin bżr. Taš hava vit her į landi jś so mong prógv fyri, sum eg ikki skal fara at reksa upp her.
Tį eg fyrstu ferš hoyrdi at dóttir mķn var samkynd fekk eg hysteriskt anfall. Ikki av illsinni, men av lįtri. Tit vita kanska, at tį iš tś veršur illa viš, kanst tś višhvųrt fara at flenna ķ
stašin fyri at grįta ella skelda. Tķbetur flenti eg, hóast tey klóku og kristiligu ongantķš spara sęr ómakin at fortelja męr, at dóttir mķn livir ķ synd og mį umvendast og at taš als
einki er at flenna at.
Men eg fyri mķn part mį siga sum er, at eg kann altso ikki brśka hesar vęl meinandi skśmgummipersónarnar til nakaš sum helst. Eg fari at takka nei til at verša umbošaš av fųroyskum moralskum krympireyvum og velji at gera mķnar egnu nišurstųšur um tilveruna
grundaš į egnar royndir saman viš mķnum medmenniskjum.
266B er fariš aftur um bak og taš hendi lķka lķtiš aftanį, sum tį iš ųll ręddust, hvat fór at henda viš teldunum įr 2000.
Tį iš seinastu tįrini vóru runnin, grovastu įlopini gjųrd, seinastu undirskrivtirnar skrivašar og seinastu talurnar hildnar so andašu vit, sum varšašu av, lęttari og takkašu Vįrharra fyri, at hann hóast alt fekk flestu fólk at summa seg og gera taš einasta rętta: at siga ja til margfeldi og ymisleikan.
Nś er eftir at tora at taka nęsta stigiš til full mannaręttindi fyri allar fųroyingar.
Marna Jakobsen