|
Skrúðgongurøðan hjá Sonju J. Jógvansdóttir - 27/8-2005
Halló tit og vælkomin Gott at síggja og merkja stuðulin vit hava fingið til hesa ráðstevnu. Túsund takk til øll tykkum, sum annaðhvørt hava ringt ella eru komin niðan í Norðurlandahúsið fyri at stuðla okkum samkyndu – millum annað tit eru orsøkin til, at vit eru her, og at vit halda á við at stríðast fyri nøkrum sjálvsøgdum rættindum. Vil eisini takka Hans Paula Strøm fyri góð orð til setanina og løgmanni fyri í fjør á Ólavsøku at tosa søkina hjá okkum samkyndu. Høgni Hoydal, Poul Michelsen, og restina av løgtinginum, sum tá tit eru spurd alment hava givið til kennar tykkara stuðul – takk fyri – tað hevur meir at týða enn tit kunnu ímynda tykkum. Virðislønir Tað er annars ikki eiti á, hvussu nógv rumbul og almennur sjónleikur hevur verið rundan um sirkus samkynd hesa vikuna. Hevði satt at siga ætla at býtt eina rúgvu fingrum út í dag, tit vita – teir sum “200” brúka. Kanska kundu vit gjørt, sum tey gera til Oscar-setanina havt eina rúgvu av kategorium, hesuferð skuldi tað bara ikki verið fyri besta film, -leikstjóra, -sjónleikara, -hjáleiklut og so víðari. Her kundu vit so bara gjørt kategoriirnar til mest homofobiska úttalilsi, -felagsskapur, -politikari, mest homofobiska lesarabræv og so víðari. Virðislønin kundi so verið ein fingur – vit kundu sera passandi byrja við kategoriini klassiskar mýtur um samkynd. Okay, and the nominees are: (og hetta eru alt ting, eg havi lisið í teimum føroysku bløðunum í samband við ráðstevnuna, sum júst hevur verið): Mýta nummar 1) Samkyndur lívsstílur er ránsveiða Satans! Mýta nummar 2) samkynd eru orsøk til, at so nógv fólk doyggja av AIDS í Afrika. AIDS er revsing guds á tey samkyndu Mýta nummar 3) Tá ið vit tosa um samkynd, so eru tað tvey ting vit tosa um: Tað eina er samkyndir persónar, og hitt er samkyndur liviháttur Mýta nummar 4) Samkynd eru sjúk fólk - kynsvillingar. Tað ber til at grøða tann samkynda Mýta nummar 5) Samkyndleiki er at meta sum pedofili og misnýtsla annars Hvør hevur so uppiborið virðislønina? Eg haldi, at allar mýturnar hava uppiborið virðislønina - ein stóran fingur! Men vita tit hvat, tað nyttar einki at standa her og býta fingrar út, tí tað ger ongan mun. Hví skapa størri split, enn tað longu er? Hví tosa um munir? Fjølbroytni Tað skulu vit ikki – tí í grundini eru vit øll so sera, sera líka. – Hvat er munurin á einum samkyndum og einum hinskyndum? – Tja, er tað so nógvur munur? Og svarið er, nei, tað er ikki so stórur munur! Meini so við, tað vit veruliga skulu hátíðarhalda her í dag - tað er fjølbroytni – tað er fjølbroytni kæru vinir. Fjølbroytni er allastaðni, og her hugsi eg ikki bara um, at nøkur samkynd skulu leika í á vaglinum ella á eini ráðstevnuni. Vit kunnu eisini spyrja hví vit skulu standa her og leika í? Hví er hetta eitt mál? Hví hava eina skrúðgongu? Eg skal royna at greiða frá hesum. Í alt ov langa tíð hevur tøgn verið um málið við samkyndum. Her er ongin samkyndur? Hví gera lógir fyri samkynd? Kanska hevur hetta verið hugsanin – hetta vendi eg aftur til. Fiskastovnar og grind Annars haldi eg veruliga ikki, at fólk, sum eru rímiliga gløggskygd, veruliga halda, at vit samkyndu ganga og mala millum túnini og spreiða sáð satans har vit eru. At vit eru orsøkin til, at AIDS er í heiminum, at vit eru orsøkin til, at børn verða misnýtt, at fiskistovnarnir tømast ella kanska, at ongin grind kemur til Føroyar. Hví nevna fiskastovnar og grind. Hetta er eitt beinleiðis aftursvar til ein stubba, sum stóð í bløðunum hesa vikuna. Tann skrivandi róði fram undir, at fiskastovnarnir tømast, tí norðurlendsk samkynd eru í Føroyum hesa vikuna, og um tað verður góðtikið verður samfelagið revsað. Hetta er eitt sindur tragiskt, men samstundis onkustaðnis rættiliga stuttligt – ótrúliga stuttligt. Eg trúði satt at siga, at toskur, hýsa, upsi og aðrir løgnir fiskar høvdu sítt egna ferðingamynstur. At havumhvørvið hevði okkurt at siga. At fiskameskar, fiskidagar og kapasiteturin á skipunum eru týðandi í spurninginum um burðardygga veiðu og fyri varðveitslu av fiskastovnunum – Men nei - fiskastovnarnir tømast um samkyndur liviháttur verður góðtikin í Føroyum. Hvat svarar man tílíkum? Hetta krevur einki svar. Her skulu vit yppa øksl – og noyðast bara at grína. Onkrum kann mann grína at, men viðhvørt fara fólk útum mark. Men, tað er ikki stóra fjøldin, sum ger hetta. Nú vit eru við fiskastovnar og vinnulív, so vísa búskaparfrøðiligar kanningar, at í teimum grannaløgum har nógv samkynd eru blómar búskapurin og fjøltáttaða vinnulívið. Hetta ikki endiliga orsakað av, at samkynd í sær sjálvum eru fíggjarlig undurverk, men tí at grannaløgini har samkynd búseta seg eru merkt av tollyndi og fjølbroytni. Tað er júst hetta, ið skapar gróðrarbotn fyri einum blómandi vinnulívi. Mannarættur Gott í vinnulív og búskap. Tað, sum eg veruliga vil tosa um í dag eru nøkur grundleggjandi viðurskifti, sum vit øll, tú og eg og hini vilja hava rætt til, og skulu hava rætt til – og tað er rætturin at elska – Hvør kann nokta einum øðrum menniskja hetta vælsignilsi, at forða einum vaksnum menniskja at elska eitt annað vaksið menniskja. Eg skilji bara ikki, at nakað so stórt, vakurt og bjart sum kærleiki, kann vera skeivur. Føroyar eru í nógvar mátar eitt gott land at búgva í. Vit eru felags um nógv viðurskift. Vit taka okkum rímiliga væl av hvørjum øðrum. Føroyingar eru blíðir, vit eru umgyrd av fantastiskari náttúru og her er lítil og ongin kriminalitetur. Her eru so nógv viðurskifti, sum eru góð – latum okkum halda fast við tað góða – tí her er veruliga nógv gott í hesum landinum – men á summum økjum kundi tað verið betur - Einaferð vóru ongi svøk ella brekaði í Føroyum, men knappliga seinast í 70’unum komu nakrir nýggir einstaklingar til landið! Helst hevði okkurt býtt verið onkustaðni, men yvirhøvur vóru fólk við breki ikki til í Føroyum – Haldi tað sama kann sigast um okkum. Jú, sjálvandi hevur onkur samkyndur verið her. Nógv kenna onkra søgu um Rólant (sum forrestin eisini at enda flutti av landinum), og tað eru eisini nøkur fá onnur, sum hava livað sum samkynd her á landi, men yvirhøvur hava vit ikki verið her. Samkynd hava tí heldur ikki verið at funnið í føroyskari lóggávu – ongastaðni. Almennu Føroyar hava ikki fyrihildið seg til spurningin. Og tað er spell, tí tað rakar nógv fólk. Samkynd Latum okkum siga, at eini fimm prosent av Føroya fólki eru samkynd. Hetta er lágt mett – tað verður 2400 fólk – 2400 í Havn, Hósvík, Hoyvík, Hellunum, Hattarvík, Húsavík, Hvalba, Hvannasundi, Hvítanesi, Hvalvík. Ja, í hvørjari bygd í Føroyum kunnu vit vænta at samkynd eru. Hetta eru flakakonur, fulltrúar, fiskimenn, fysioterapeutar, egnarar, pedagogar, sjúkrasystrar, bøndur, lesandi, listafólk, lærarar, tónleikarar. Ja, í hvørjum samfelagsbólki eru samkynd. Soleiðis er tað, og tann veruleika noyðast vit sum samfelag at fyrihalda okkum til. Hvussu samkynd hava tað, rakar nógv meir enn bara hesi 2400 fólkini. Hesi hava foreldur, systkin, ommur og abbar, vinfólk og kenningar. Siga vit, at tey allar nærmastu eru 11 fólk, so verður samanlagda talið av teimum sum verða rakt um samkynd ikki hava tað so gott 2400 ferðir 11, tað er 26400 fólk. Hetta er meir enn helvtin av føroya fólki, sum verða beinleiðis rakt um samkynd flýggja vegna sín seksualitet ella um tey ikki hava tað nóg gott her á landi. – Hetta er eitt mál fyri almenningin, men hetta er eymt og hvussu skal til dømis ein mamma ella omma reisa seg upp og tosa um hetta? Tað tykist í løtuni, sum alt ov nógv skomm verður heft at tí at vera samkyndur – tað er ikki skomm - Hvat hendir við teimum samkyndu hevur beinleiðis nakað at týða fyri helvtina av Føroya fólki, Um ein persónur av eini ella aðrari orsøk ikki hevur tað so gott, sum viðkomandi kundi haft tað, so hevur tað nógv at týða fyri øll rundanum. Soleiðis er tað. Eg leggi í, hvussu mínir vinir hava tað, hvussu mín familja hevur tað – og tað gera tit eisini – tað veit eg. Í løtuni er tað tíverri ov nógv samkynd, sum ikki hava tað so gott, sum tey kundu í hesum landinum. Nógv kenna seg tíverri noydd at rýma, men hetta kunnu vit sum samfelag gera okkurt við. Vit hava ein fantastiskan møguleika at handla – og tað skulu vit eisini. Eitt er, hvat hvør kann gera sum privatpersónur, men yvirskipað er eisini neyðugt at taka fatt og tað ongantíð ov skjótt. Kvøða til Bill Annars havi eg hoyrt, at eg eigi ein vin, hann eitur Bill og býr í Runavíkar kommunu. Bill er ein fittur maður, Bill er eisini løgtingsmaður og ótrúliga stuttligur. Eg havi ofta grinið nógv eftir tí hesin maður hevur sagt. Eg hoyrdi í fjør, beint áðrenn valið, at Bill hevði umtalað meg á onkrum veljarafundi, tá ið evnið samkynd var komið upp at venda. Eg veit ikki rættiliga, hvat hann segði um samkynd, men eitt segði hann so avgjørt á hesum veljarafundinum, og tað var; “Eg kenni Sonju Jógvansdóttir, og vit eru vinir...” Jú Bill, vit eru vinir. Eg vil nemiliga fegin vera vinur við teg. Tú virkar eisini sum tann trúfasta vinartýpan – og hetta meini eg. Tað er ikki eingong sagt í spølni. Bill, vinurin, í hesum árinum ella fyrst í komandi árið fert tú at gera mær eina tænastu. Hví? Tí, vit eru vinir, tú ert eitt gott fólk, rímiliga skilagóður, og tú vilt tínum samfelagsborgarum tað allar, allar besta – soleiðis kenni eg teg. Bill tú fert í hesi løgtingssetuni at leggja uppskot fram um at seta mismunargreinina í føroyska lóggávu. Tað vil siga greinina sum sigur, at munur eigur ikki at vera gjørdur á fólki vegna húðarlit, átrúnað, politiska sannføring, seksualitet og so viðari. Hetta fer tú at gera Bill, og kenni eg teg rætt, fer tú at stríðast fyri málinum, so at tit øll í løgtinginum taka undir við tí. Hetta hevði haft ómetaliga nógv at týða fyri nógv fólk í hesum landinum. Tá tú gert hetta Bill, so vísir tú teg sum ein sannan vin. Løgtingið fer eisini skjótt at viðtaka lógina um skrásett parlag. Har verður tú sikkurt ikki við Bill, men vit fara kortini at vera vinir – og virða hvønn annan. Livihættir Hvørjir eru trupulleikarnir so? Eitt, sum hevur undrað meg nógv er at, tá tosað verður um samkynd, so fellir prátið ofta inn á samkyndar livihættir. Hmmm hvør er hesin liviháttur. Eg kenni nógv fólk sum eru samkynd, men tey hava ikki ein serstakan livihátt. - tey flestu, sum eg kenni, eru ikki samkynd, men tey hava heldur ikki ein serstakan livihátt. Vit eru øll fjølbroytt, men hava tørv á nøkrum grundleggjandi tingum – tað eru ikki bara tey samkyndu, vit skulu feira her í dag – tað er tað ikki. Vit skulu í veruleikanum hátíðarhalda, at vit eru fjølbroytt. Samkynd eru ikki bara eitt slag av fólki, og tað eru hinskynt heldur ikki. Hvat snýr málið seg um, málið snýr seg um persónar. Tað snýr seg ikki um eina nýggja rasu, ella nýggjar øðrvísi livihættir, tað snýr seg um persónar, sum vilja hava rættin at elska. Persónar, sum vilja sleppa at liva her á landi, og kenna seg vælkomnan at liva her á landi. – Tað eru føroyingar – ein samkyndur er ikki bara ein isoleraður persónur ella eitt fyribrigdi í Danmark, tað er eitt menniskja her í Føroyum, – eitt menniskja við foreldrum – eitt menniskja við systkjum – eitt menniskja við vinum og kenningum. Stoltleiki Tá slíkar skrúgongur eru, so verða tær ofta nevndar pride ella stoltleiki. Vit hava í grundini rættiliga nógv at vera glað yvir – um vit skulu vera stolt veit eg ikki. Havi eitt keðiligt forhold til stoltleika. Eri eg stolt av at vera samkynd? – tja – haldi slettis ikki spurningurin er viðkomandi. Eg eri samkynd, akkurát sum eg eri 1,65 m, eg eri føroyingur, eg eri úr Fuglafirði, eg eri myrkhærd og vigi eini 68 kilo (okay hatta kann man broyta) man kann eisini lita sær hárið, men annars eru áðurnevndu ting soleiðis sum eg eri. Soleiðis er tað, hatta eru viðurskifti, sum óneyðugt er at seta spurnartekin við. Eg veit ikki, um eg skal vera stolt av tí - men eg skammist ikki. Samkynd eru ikki so serlig. Tað, sum vit vilja, tað er rættvísi, virðing og javnrættindi. Hvørki meir, men heldur ikki minnið enn akkurát tað, tí tað hava vit uppiborið. Virðing Í seinastuni hava nógv lesarabrøv verið um samkynd. Persónliga leggi eg ikki so nógv í hesi brøvini í bløðunum, men tað gera fólk, sum standa mær nær. Haldi tað er synd, at míni nærmastu skulu lesa í bløðunum, at eg eri orsøk til, at so nógv AIDS er í heiminum, at eg eri orsøk til, at fólk verða misnýtt kynsliga, at eg eri orsøk til heiðinskap og so víðari. Í seinastuni hava vit sæð nógv lesarabrøv um samkynd. Vælsignað verið tit, sum ikki eru so fegin um homoseksualitet, tað er í lagi ikki at verða samdur – men lat vera við at fara útum nøkur mørk. Tað er í lagi, ikki at vera samdur. Tað er í lagi at vera ímóti nøkrum lógum, men lat vera við at nevna samkynd fyri deyðans illgres. Lat vera við at skjóta tí ræðuligu sjúkuna AIDS yvir á samkynd, og so er tað hetta eg eri eitt sindur fortørnað yvir, lat verða við at samanbera homoseksualitet við pedofili. Her er talan um, at tvey vaksin fólk finna saman – tveir persónar, sum gerast góðir við hvønn annan, er tað ikki nakað sum átti at verið feirað. Meini so við, er tað ikki fantastisk, at fólk finna kærleika og kunnu elska hvønn annan – tað skulu øll hava rætt til. Vil bara siga, at eg haldi tað er rímiligt at biðja okkara størstu mótstøðufólk um virðiliga viðferð – virðilig viðferð skal eisini ganga báðar vegir. Sum nevnt í byrjanini – so nyttar tað einki at senda fingrar eftir hvør øðrum – latum okkum kjakast virðiliga. At enda má eg takka tykkum øllum somlum fyri at koma her í dag, tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkum. Vónandi gera vit málið um samkynd til eitt føroyskt mál. Hetta hevur also ikki bara týdning fyri tey fólkini sum standa fram alment og geila.
Hugsið um hetta, tað vit biðja um er rættvísi, virðing og javnrættindi - takk fyri!
|