Felag fyri sam- og tvíkynd í Føroyum

Samband

fridarbogin@gmail.com

Slóðir

 

 


Prof. Albus Dumbledore

 

 

 

 

 

Sprettusøgan henda mánaðin

 

 

 

Dumbledore er homoseksuellur. Hetta kunngjørdi J. K. Rowling í Carnegie Hall herfyri.

 

Og hvat so? Fara vit nú at leita ígjøgnum bókaverkið og lesa hansara leiklut øðrvísi enn vit gjørdu í síðsta mánað? Og um vit gera, hvat vænta vit so at finna? Goymd tekin um at hann roynir at gera øll onnur rundanum seg homoseksuell ella goymd tekin um hvussu hart tað er at liva í skápinum?

 

Hví fortelur J. K. Rowling okkum hetta nú? Hevur tað týdning fyri okkum at fáa at vita at Professor Albus Dumbledore er komin úr skápinum? Kann tað ikki gera tað sama? Kanska hevur tað nakað við politiska korrektheit at gera, og kanska vildi Rowling bara gera bókina enn meira spennandi enn hon í veruleikanum er. Ongin ivi er um, at Rowling hevur givið eitt positivt tekin til umheimin, men so leingi sum tað ikki er áhugavert fyri søgugongdina, so dugi eg als ikki at síggja hví vit skulu vita hetta. Fara vit nú at fáa ein lista yvir tær lesbisku í bókunum? Tey transseksuellu, biseksuellu?

Fara nú øll homoseksuell foreldur rennandi út at keypa sjeyndu bókina í røðini um Harry Potter, tí at nú er endiliga populer-litteraturur við einum veti av homoseksualiteti í, ið kann vísa børnum okkara, at vit eru eins og øll hini?

 

Eg ivist stórliga í, at homoseksualiteturin hjá Dumbledore kann elva til serliga øsing í Føroyum, men man veit jú ongantíð, øll hava jú ikki gloymt kjakið um “Martin og Victoria” og “Min ven Thomas”, og fyri stuttum oyðiløgdu vit fiskigrunnarnar.

 

Tina K. Jakobsen

 

Copyright ® 2003 fridarbogin.com friðarbogin @ fridarbogin.com 
Friðarbogin

 

     Fløgg, trýkantar og annað

    Ársins homo/bi - Mike Viderø

    Mike Viderø var í ár nomineraður til ársins homo/bi hjá LBL (Landsforeningen for bøsser og lesbiske) og var valdur at vera ársins homo/bi framum hini, ið vóru nominerað.

     

    Meira